20. Jan. 2022

Yvirlitsgrein um havfrøði og tøðevnir í sjónum

 

Veðurlagsbólkurin hjá ST (IPCC) væntar, at veðurlagsbroytingar fara at viðføra lækkandi nøgdir av tøðevnum í sjónum. Hetta kemur serstakliga at gera seg galdandi í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum og kann viðføra minkandi gróður – bæði á opnum havi og á kringliggjandi landgrunnum, t.d. í Norðsjónum og á føroyska landgrunninum.

 

Í nýggjari yvirlitsgrein taka vit samanum havfrøðina í hesum øki við denti á viðurskiftum, sum ávirka nøgd av tøðevnum. Ein stór innsavning av data frá Spania í suðri, Labradorhavium í vestri og norður í Barentshavið vísir, at nøgdin av silikati hevur verið støðugt minkandi síðani síðst í 1980unum (sí mynd). Silikat er týdningarmikið fyri váruppblómingina av kisilalgum, sum aftur eru týðandi partur av gróðrinum í havinum. Tí er greitt, at heldur hendan minking fram, verða stórar og varðandi broytingar í fleiri vistskipanum um hesar leiðir.

 

Yvirlitsgreinin vísir eisini dømir frá øðrum lutfalsliga nýggjum vísindaligum greinum, um hvussu broytingar í havumhvørvi og tøðevnisnøgdum kunnu ávirka gróður, nøgd av fiskayngli, ferðing hjá makreli v.m. Greinin, sum hevur enska heitið Fronts in the Northeastern Atlantic: From the Subpolar Gyre to Adjacent Shelves og er útgivin sum kapittul í bókini The Handbook of Environmental Chemistry hjá forlagnum Springer, kann lesast her.

 

Mynd. Miðalnøgd av silikati í ovastu 200 m av Irmingarhavinum í mars, út frá mátingum (grøn strika) og út frá modelútrokningum (blá strika).

 

 Hjálmar Hátún ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. )