Við hvørja ársbyrjan ger Havstovan ein Mál- og Avrikssáttmála við Fiskimálaráðið um, hvat stovnurin skal gera tað komandi árið. Nú árið 2011 júst er farið afturum, kann vera hóskandi at gera upp, hvussu Havstovan hevur uppfylt tað, ið varð sett í sáttmálan fyri árið.
Uppsjóvarfiskur
Makrelur fyllir nógv í føroyskari fiskivinnu, og hetta merkir sjálvsagt virksemið á Havstovuni. Ein nýggj uppsjóvardeild er sett á stovn, og kanningar av makreli og øðrum uppsjóvarfiski eru øktar munandi. Umframt tveir fastar túrar við Magnusi Heinasyni, ávikavist í apríl og mai, eru tríggir túrar gjørdir í juli, august og november, har uppsjóvarfiskur, havfrøði og æti eru kannað. Í samstarvi við havstovur í øðrum londum eru kanningar gjørdar av útbreiðslu og ferðing hjá makreli, sild og svartkjafti, eins og stovnsmetingar eru gjørdar. Magakanningar eru gjørdar í vár og summar, og fitiinnihaldið í makreli er kannað í samastarvi við P/F Kollafjørð Pelagic. Á Landgrunninum eru magakanningar gjørdar av makreli í vár og summar, fyri at meta um møguliga ávirkan frá makreli á annan fisk á Landgrunninum. Hesar kanningarnar halda fram í 2012.
Botnfiskur
Í juni á hvørjum ári letur Havstovan landsstýrismanninum frágreiðing um støðuna hjá høvuðsbotnfiskastovnunum á Landgrunninum og tilmæli um veiðu fyri komandi árið. Frágreiðingin og tilmælið byggja m.a. á fiskiskapin hjá teimum ymisku pørtunum av flotanum, yvirlitstrolingarnar hjá Magnusi Heinasyni, stovnsmetingarnar av toski, hýsu og upsa og á føðiviðurskiftini á Landgrunninum. Fyri at fáa hendan partin av okkara fiskivinnu í eina trygga og burðardygga legu, gjørdi Havstovan saman við Fiskimálaráðnum og umboðum fyri vinnuna í 2011 eina umsitingarætlan fyri tosk, hýsu og upsa. Væntandi verður hon grundarlag undir umsitingini av hesum fiskasløgunum frameftir. Fyri at verja smáfisk nær landi, blivu tær innastu leiðirnar í 2011 friðaðar fyri fiskiskap við línu. Sjálvsagt eru øki nær landi, har størri fiskur heldur til, eins og øki eru útiá, har smáfiskur kann vera, og tí skipaði Havstovan í 2011 fyri kanningum av, hvussu toskur og hýsa í ymiskum støddum taka ymiskar húkastøddir og ymisk agnsløg. Hesar royndirnar halda fram í 2012. Harumframt verður samstarvað við útróðrarmenn um at kortleggja útbreiðslu av ymiskum støddum av toski og hýsu nær landi.
Hav- og vistskipanir
Øll vita vit, at føði- og liviumstøðurnar í sjónum í alstóran mun ávirka tilgongd, vøkstur og útbreiðslu av fiski. Eitt aðalmál hjá Havstovuni er at skilja hesi viðurskifti so væl, sum til ber, og í farna ári er nógv arbeiði lagt í at kanna hav- og vistskipanir, bæði inni á Landgrunninum og á opnu havleiðunum. Endamálið er at skilja betur, hvat stýrir gróðrinum av plantuæti, og hvussu ætið verður kanaliserað víðari í føðiketunum og hvussu ymisk viðurskifti í umhvørvinum ávirka tilgongd, útbreiðslu og vøkstur av høvuðsfiskasløgunum, soleiðis at vit sum best kunnu laga okkum til náttúrunnar treytir. Gróður, havfrøði og aðrar vistføðiligar rannsóknir eru gjørdar á Landgrunninum í fleiri umførum í vár og summar, og eisini eru magakanningar gjørdar av toski, hýsu og upsa á øllum Landgrunninum í vár og summar.
Førleikamenning
Fyri støðugt at mennast sum granskingarstovnur og fyri at fáa nýggja vitan til vega, verður dentur lagdur á granskingarverkætlanir. Hesar kunnu vera føroyskar verkætlanir ella partur av altjóða granskingarsamstarvi. Samanlagt luttók Havstovan í 18 ymiskum verkætlanum í 2011. Havstovan hjálpir fegin lesandi og nýggjum granskarum við PhD verkætlanum, vegleiðing, arbeiðsumstøðum og at finna fígging. Í 2011 fingu tveir granskarar á Havstovuni PhD-prógv. Fýra onnur eru í holt við PhD-útbúgving sína.
Samskifti
Eitt av aðalmálunum hjá Havstovuni er at hava eitt gott og livandi samskifti við almenningin, vinnuna og við altjóða granskingarumhvørvið. Í mars 2011 skipaði Havstovan saman við vinnuni fyri Fiskivinnutingi, har luttakararnir viðgjørdu støðuna í botnfiskavinnuni og gongdar leiðir frameftir. Tað er altíð stuttligt at fáa vitjandi inn á gólvið, og eins og undanfarin ár hava vinnuumboð, skúlaflokkar og nógv onnur javnan verið gestir á Havstovuni. Hetta er mennandi fyri samstarvið ímillum Havstovuna og teir ymisku aktørarnar í samfalagnum, sum Havstovan tænir. Í 2011 blivu 18 skrivligar frágreiðingar, greinar og ritgerðir latnar úr hondum á Havstovuni.
Nýggja rannsóknarskipið
Hóast hetta ikki er nevnt í Avrikssáttmálanum millum Havstovuna og Fiskimálaráðið, hevur projektering av tí nýggja rannsóknarskipinum fylt nógv á Havstovuni í skjótt farna ári. Arbeiðið gongur væl og tann 31. mars 2012 verður útbjóðingartilfarið latið Fiskimálaráðnum.