Í summar byrjaði eitt samstarv millum Havstovuna og P/F Kollafjørð Pelagic við tí endamálið at kanna, um makrelurin etur seg feitan, meðan hann er í føroyskum øki.
Kanningin byrjaði um hálvan maimánað og vardi til fyrst í oktobermánað, tá fiskiskapurin helt uppat. Í hesum tíðarskeiðinum varð innihaldið av fiti í makrelinum, ið var landaður til P/F Kollafjørð Pelagic, mátað.
Umleið 10 tilvildarliga valdir makrelar frá hvørjari landing vórðu mátaðir við einum sokallaðum “Distell fat meter”, ið mátaði fitiprosentið í hvørjum fiski. Minst átta fiskar vórðu mátaðir, fyri at miðaltalið skuldi verða nøkulunda neyvt. Kanningin fevndi tilsamans um 64 landingar hjá uppsjóvarskipunum í tíðarskeiðinum mai til september 2011.
Fyribils úrslit av kanningini vísa, at innihaldið av fiti hjá makreli vaks frá umleið 2% til knapt 30% frá hálvum mai til fyrst í oktobermánað. Serliga í junimánað fitnaði makrelurin nógv, frá knapt 10% til 25%. Síðani broyttist fitin ikki nógv til oktober (Mynd 1).
Hendan undankanningin er ein góð ábending um, at makrelurin kemur í føroyskan sjógv at eta seg feitan um summarið.
![]() |
Mynd 1. Miðal fitiprosent í makreli frá hálvum mai til síðst í september (vika 20-40) í føroyskum øki í 2011. |
Gunnvør Joensen, Havstovan og Marita Højgaard, P/F Kollafjørð Pelagic
September 2011