20. Juni. 2019

Makrelgýting við Føroyar kannað

 

Fyrst í juni var Magnus Heinason liðugur at gera kanningar av makrelgýting á leiðunum eystan og vestan fyri Føroyar. Kanningarnar av gýting hjá makreli, tvs. rognkornteljingar, verða gjørdar triðja hvørt ár í havøkinum frá Biskayavíkini og norður til Føroyar.

 

Umframt Føroyar luttaka Týskland, Holland, Írland, Skotland, Portugal, Noreg og Spania í kanningini, og kanningarferðirnar verða gjørdar í tíðarskeiðinum frá januar til juli.

 

Royndirnar hjá Magnusi Heinason vístu mest makrelegg í djúpu havøkjunum, serliga vestur móti Íslandi, men eisini eystur móti europeiska landgrunninum. Sum heild vóru færri egg at síggja enn tað vóru fyri trimum árum síðani, tá kanningin síðst var gjørd.

 

Ein samlað meting av makrelgýtingini, har úrslitini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd, verður gjørd seinni í summar. Tí ber ikki til at siga hvat føroysku úrslitini merkja fyri makrelstovnin.

 

Túrfrágreiðing kann lesast her.

 

 

Mynd 1. Dømi um prøva við makreleggum á ymsum búningarstigum. Prøvin er tikin á støð millum Munkagrunnin og Føroya Banka.

 

 

Mynd 2. Nøgdin av makreleggum, avmyndað sum sirklar. Størsti sirkulin sv.t. 1,2 egg/m3. “x” merkir at einki makrelegg var funnið. Bláir ferningar vísa trolstøðir.