05. Apr. 2018

Metlágt saltinnihald í 2017

 

Tá Havstovan fyri einum ári síðani gjørdi árið upp fyri 2016 sást, at saltinnihaldið á opnum havi, eins væl og á Landgrunninum, var metlágt frá septembur til desembur 2016. Nú eru seinastu mátingarnar fyri 2017 gjørdar upp sum vísa, at lága saltinnihaldið helt fram alt 2017.

 

Havstovan mátar hita og salt á opnum havi eftir sonevndum standardskurðum út frá Landgrunninum 3-4 ferðir um árið. Mátingarnar vísa, at miðal saltinnihaldið fyri árið 2017 var metlágt bæði vestanfyri, norðanfyri og eystanfyri. Saltinnihaldið í Bankarennuni var metlágt á heysti 2016, meðan metlágt saltinnihald var mátað norðan fyri Føroyar á heysti 2017. Meiri er at lesa um hesar mátingarnar undir teiginum Hita- og saltbroytingar á opnum havi, og vit hava fyrr skrivað um sannlíkar orsøkir til broytingarnar her.

 

Saltinnihaldið á Landgrunninum fylgir gongdini á opnum havi, og sostatt var saltinnihaldið á Landgrunninum eisini sera lágt í 2017. Havstovan byrjaði at máta saltinnihaldið á Landgrunninum við Lívfiskastøðina í Skopun í 1995, men júst tá var saltinnihaldið vaksandi bæði har og á opnum havi. Sostatt hava vit ikki mátingar frá Skopun frá tí feskasta tíðarskeiðnum tíðliga í 1990unum. Í mun til tíðarskeiðið 1995-2017, eru virðini í 2017 tí nú metlág fyri allar mánaðir, eins og at fleiri einstakar mátingar settu met í 2017. Meiri er at lesa um hesi tøl og hvørji metini eru undir teiginum Saltbroytingar á Landgrunninum.