30. Mai. 2017

Litfagurt æti

 

Í síðstu viku gjørdi Magnus Heinason aftur ætikanningar vestan fyri oyggjarnar. Talan er um ein skurð, ið gongur úr Hesti í ein útsynning út á Skeivabanka (K-skurðurin, sí myndina til høgru).

 

Tað var sera týðiligt á ætiprøvunum hesaferð, at verulig gongd er komin á várgróðurin. Myndirnar vísa prøvarnar, sum tiknir eru við glúpi niður á 50 metra dýpi. Her sæst, at gróðurin er mestur inni við land, og er innasti prøvin myrkagrønur á liti. (K01 á myndunum). Gróðurin minkar so líðandi til komið verður í Føroyabankarennuna (K11), t.v.s. at eingin gróður er í, bert djóraæti og er tí reyður á liti.

 

Hetta er fimtu ferð í ár at kanningar verða gjørdar á hesum skurðinum og er hetta í sambandi við verkætlanina “Leiklutur hjá djóraæti í atferð hjá makreli og tilgond av toski á Landgrunninum”, sum Fiskivinnugransking fíggjar. Endamálið við verkætlanini er at kanna vakstrar- og búningarmynstrið hjá djóraæti í havinum rundan um Føroyar og hvussu hetta kann setast í samband við tveir týdningarmiklar fiskastovnar, tosk og makrel.