27. Juni. 2016

Svartkalvi veksur bert umleið 2,5 cm um árið

 

Magnus Heinason er júst liðugur við árliga svartkalvatúrin. Eins og í fjør var ein roynd gjørd at lesa aldurin í svartkalvanytrum. Hesi úrslit vísa, at svartkalvi veksur seint. Tann minsti svartkalvin (umleið 48 cm langur) var umleið 7 ára gamal, meðan tann stóri svartkalvin (umleið 60 cm) var umleið 12 ára gamal. Úrslitini samsvara væl fyri bæði árini 2015 og 2016, hóast okkurt frábrigdi er. Svartkalvi veksur harvið umleið 2,5 cm um árið í føroyskum sjógvi.

 

Lítið ella einki er til av heilt smáum svartkalva við Føroyar, men nógv er til av smáum svartkalva eystan fyri Svalbard. Ein ráðstevna í ICES, sum er nevnd ”WKARGH” staðfesti í 2011, at 1 ára gamal svartkalvi er umleið 15 cm langur, 2 ár 23 cm, 3 ár 30 cm, 4 ár 35 cm og 5 ár 40 cm.

 

Umleið 75 % av svartkalvanum á svartkalvatúrinum hjá Magnusi Heinasyni var rognafiskur. Magnus Heinason royndi við troli, men viðmerkjast skal, at svartkalvi, sum er fingin við gørnum, vanliga er munandi størri enn trolveiddur fiskur. Les alla túrfrágreiðingina her.