26. Aug. 2015

Nakað minni av makreli í yvirlitstrolingum 2015

 

Úrslitini frá makrelkanningunum í summar vístu, at nakað minni av makreli var skrásett í Norðurhøvum í ár enn undanfarnu árini. Nøgdin er mett at vera 7,7 milliónir tons samanborið við 9 milliónir tons í 2014.

 

Útbreiðslan var meira misjøvn í ár samanborið við í fjør. Serliga nógv av makreli var at síggja sunnan fyri Ísland og eystan fyri Føroyar, meðan minni var funnið í grønlendskum øki og í norðara parti av altjóða og norskum øki. Sum heild vóru nøgdirnar í føroyskum øki nakað minni enn í fjør, tó var meira makrelur sæddur í útsynningspartinum av føroyska økinum.

 

Nøgd av norðhavssild varð eisini kannað, og úrslitini vístu, at gýtingarstovnurin var mettur at verða umleið 7,7 milliónir tons. Hetta er væl meir enn metingarnar í mai í ár, sum vístu 5,4 milliónir tons. Ein partur av muninum stavar frá, at sildin etur seg feita í tíðarskeiðinum frá mai til út í juli.

 

Áhugavert er, at útbreiðslan í summar er tann sama sum seinastu árini, nevniliga at meginparturin av gýtingarstovninum stendur í økinum norðan fyri Føroyar og í ein útnyrðing móti íslendskum øki.

 

Les alla frágreiðingina her.