02. Mars. 2015

Heitasti desemberdagur

 

1. desember var dagligi miðalhitin í sjónum við Oyrargjógv 9,18 stig. Hetta er heitasti dagur mátaður í desember við Oyrargjógv og Mykines, síðani mátingarnar byrjaðu í 1914. Metið frammanundan var frá 2. og 3. desember 2009, tá miðalhitin var 8,91 stig. Allar teir fyrstu seks dagarnar í desember 2014, var sjógvurin við Oyrargjógv heitari enn gamla metið í 2009.

 

Havstovan hevur hitamátarar liggjandi við Oyrargjógv og Skopun, ið støðugt máta hitan í sjónum. Hitin er áleið tann sami í báðum støðum. Orsøkin er, at sjógvurin innast á Landgrunninum verður so væl blandaður av sjóvarfalli. Mátararnir verða lisnir einar tvær ferðir um árið. Nýggjastu mátingarnar eru nú at síggja her.

 

Hitamátingarnar verða gjørdar fyri at fylgja við langtíðarbroytingum, sum ávirka vistskipanina á Landgrunninum, og fyri at fáa meir innlit í útskiftingina av sjógvi millum opið hav og Landgrunnin.