13. Jan. 2015

Havstovan gjørt nýtt tól at máta hitan niðri við botn

 

Í nógv ár hevur Havstovan mátað hita og streym á leiðunum kring Føroyar. Hetta er mest fyri at kunna fylgja broytingunum í sjónum og síggja, hvørjar avleiðingar tær hava fyri fisk og annað livandi.

 

Okkara havøki hevur tó eisini stóran týdning fyri viðurskiftini í Arktis og heimshøvunum sum heild. Tí er stórur altjóða áhugi, og tað mesta av kanningunum er fíggjað av altjóða grunnum; í seinastuni sum partur av granskingarætlanini "NACLIM", ið er stuðlað av granskingargrunninum í ES: FP7.

 

Útgerðin til slíkar kanningar er dýr, og tí royna vit støðugt at finna nýggja tøkni, og nýliga hava vit gjørt eina rammu við ymsum tólum at seta niður á botn. Í rammuni er ein hitamátari, sum mátar hitan eina ferð um tíman og goymir úrslitið. Tá Magnus Heinason er í nánd, kann hann lesa hitamátingarnar við ljóði, sum verður sent upp frá rammuni. Ramman er gjørd í samstarvi við P/f NomaTek og átti at hildið í nógv ár, og battaríini, sum Fa. Pólar hevur bygt inn í rammuna, skuldu vart meiri enn 5 ár.

 

Ætlanin er at gera fleiri rammur at leggja út ymsastaðni. Fyrsta ramman varð sett út á 450 metra dýpi norðan fyri Føroyar í oktober, og vónandi fer hon at geva okkum nógv ár við hitamátingum í einum øki, har tann heiti Atlantssjógvurin møtir tí kalda Arktiska sjónum.