Plankton á Landgrunninum

 

Á hesi síðu verður greitt frá um plantuplankton og djóraplankton á Landgrunninum.

 

Tann grynsti parturin av føroyskum sjóøki er tann føroyski landgrunnurin ella bara Landgrunnurin, sum hann vanliga verður nevndur. Undir “Havumhvørvið” verður greitt nærri frá um hita og rák á Landgrunninum. Landgrunnurin hevur sína egnu samanseting av plantuplankton og djóraplankton, og vistfrøðin er eisini heilt øðrvísi her, enn á teimum opnu havleiðunum.

 

Gróðurin hjá plantuplankton um várarnar byrjar flestu ár fyrr á Landgrunninum, og nøgdirnar av plantuplankton eru eisini vanliga hægri á Landgrunninum enn uttanfyri. Tó eru ár, tá tað er øvugt. Sløgini av djóraplankton, ið vanliga finnast á Landgrunninum, eru eisini heilt øðrvísi enn á opnu havleiðunum. Skiljast kann ímillum tveir høvuðsbólkar av djóraplankton: landgrunnsdjóraplankton og havdjóraplankton.

 

 

Plantuplankton á Landgrunninum

 

Árstíðarbroytingar

Tað er ógvuliga ymiskt frá einum ári til annað, nær gróðurin av plantuplankton á Landgrunninum um várarnar byrjar (Mynd 1 og 2). Mest vanligt er, at várblómingin byrjar í fyrru helvt av mai mánaða, men summi ár byrjar hon longu seint í apríl (t.d. í 2000), og onnur ár byrjar hon ikki fyrr enn mitt í juni (t.d. í 2002). Eisini er ójavnt, hvussu nógv av plantuplankton er tey ymisku sumrini. Sera stórar broytingar eru eisini í, hvussu nógv plantuplankton veksur á Landgrunninum frá ári til annað. Mátingar síðani 1990 hava víst, at tey bestu árini (2000 og 2001) hevur gróðurin verið umleið 5 ferðir størri enn tey vánaligastu árini (fyrst í 1990-unum og í 2002) (Mynd 3).

  

 

Sløg av plantuplankton
Várblómingin á Landgrunninum verður serliga myndað av kiselalgum, og vanliga er mest av sløgunum Thalassiosira nordenskioeldii, Chaetoceros spp., og Rhizosolenia spp. Felags fyri hesi sløgini av plantuplankton er, at tey øll eru lutfalsliga stór og liva í felag í longum ketum (Mynd 4).

  

Summi ár taka smærri plantuplankton yvir tá líður út á summarið. Eitt nú kann flagellaturin Phaeocystis pouchetii finnast í stórum nøgdum á Landgrunninum um summarið. Hon livir í felag í smáum gelé-klumpum, og tá nógv er til av hesum slagnum, sæst tað ofta sum ein hvít skúmrond fram við strendur (Mynd 5).Tá komið er út í august-septembur mánaða, minkar gróðurin aftur, og er sera lágur allan veturin. Gróðrartíðin hjá plantuplankton á Landgrunninum er sostatt í tíðarskeiðinum frá mai til august.

 

 

 

Djóraplankton á Landgrunninum

 

Djóraplankton er í høvðusheitum smá krabbadjór, serliga vatnloppur (Copepoda) (Mynd 6). Á Landgrunninum finst vanliga ein blandingur av ymiskum landgrunns- og havdjóraplankton, umframt fiskalarvur og larvur frá ymiskum botndjórum, sum verða gýtt á Landgrunninum.

 

Høvðussløgini av landgrunnsdjóraplankton eru Pseudocalanus spp., Temora longicornis og Acartia longiremis, meðan tað serliga eru Oithona similis og Calanus finmarchicus (eisini kallað reyðæti) uttan av teimum opnu havleiðunum, ið finnast í ymiskum nøgdum á Landgrunninum um várið og summarið.

 

 

Reyðæti
Reyðæti er helst tað djóraplankton, sum hevur størst ávirkan á vistskipanina á Landgrunninum. Hendan vatnloppan er væl størri enn hini vanligu sløgini av djóraplankton, og er summi ár at finna í stórum nøgdum á Landgrunninum. Um veturin er reyðæti í dvala á djúpum vatni kring Føroyar, men tá tað líður móti vári, koma tey upp í sjógvin og nøkur teirra verða við havstreymum førd inn á Landgrunnin.

 

Nøgdirnar av havdjóraplankton á Landgrunninum eru ógvuliga ymiskar frá einum ári til annað (Mynd 7). Summi ár er meginparturin av samlaðu nøgdini av djóraplankton á Landgrunninum, reyðæti (t.d. 1992), men onnur ár er tað ein lítil partur (t.d. 1994). Orsøkin tykist vera, at rákið inn á Landgrunnin er ójavnt.

  

Nøring av djóraplankton
Gýting og tilgongd av djóraplankton á Landgrunninum fylgir neyvt gróðrarmynstrinum hjá plantuplankton (Mynd 8). Djóraplankton má fáa føði fyri at gýta, og høvðusføðin er plantuplankton. Tá várblómingin byrjar, gerst meir av føði til djóraplankton, og gýtingin økist. Meira av plantuplankton er, tess fleiri egg gýta vatnloppurnar.

 

 

Djóraplankton nørist um várið og summarið, meðan gróðurin er. Hesa tíðina fáa tey nógv at eta, og kunnu tí nørast og vaksa. Um veturin, tá gróðurin er lítil, er eisini lítið til av smáum djóraplankton. Reyðæti fer í dvala niðri í djúpum køldum sjógvi kring Føroyar um veturin, meðan egg frá landgrunnsdjóraplankton liggja á grunnum botni, klár at klekjast um várið. Bert heilt lítið av djóraplankton er uppi í sjónum kring Føroyar um veturin.


Mynd 1.
Nøgd av plantuplankton á Landgrunninum síðani ár 2000, mátað í nøgd av klorofyl per litur av sjógvi.


Mynd 2.
Nøgd av plantuplankton á Landgrunninum, mátað í nøgd av klorofyl per litur av sjógvi. Seinastu 4 árini eru tilskilað við ymsum litum.


Mynd 3.
Gróður-indeks innarlaga á Landgrunninum seinastu 30 árini. Stiplaða reyða linjan vísir miðal fyri øll árini.


Mynd 4.
Ymisk sløg av plantuplankton, ið eru vanlig í Norðuratlantshavi. (Mynd: Jahn Throndsen, Universitetið í Oslo).


Mynd 5.
Phaeocystis legst sum skúm oman á sjógvin, serliga fram við strendurnar. (Mynd: Bogi Hansen).


Mynd 6.
Ymisk sløg av størri og smærri djóraplankton. Pílar vísa á tvey reyðæti (Calanus finmarchicus).


Mynd 7.
Lutfallið í nøgd millum ymisk sløg av djóraplankton á Landgrunninum seint í juni í tíðarskeiðinum frá 1992 til 2018. Stabbalitirnir vísa: reytt er reyðæti (Calanus); myrkablátt er Oithona; turkis er Temora; ljósablátt er Acartia; grønt er onnur sløg.


Mynd 8.
Samband millum nøgdina av plantuplankton og nøring av reyðæti á Landgrunninum í 1999.