Vevkamera 15

 

Lundareiðrini eru øll sama slag og bygd úr plastikkrørum. Í hvørjum reiðri stendur eitt kamera við sambandi til eina teldu, sum varðveitir upptøkurnar. Í 2010 og 2011 vurpu ávikavist 7 og 8 lundar, men teir rýmdu frá eggunum áðrenn nøkur pisa kom út. Seinasta summar vurpu 12 lundar, og 6 pisur komu út, men tær fyrstu 5 doyðu, tá tær vóru um eina viku gamlar. Tann 6. pisan kláraði tað, og varð floygd 12. september, sum er ein heilur mánaður seinni enn vanligt.