Nýggja havrannsóknarskipið

 

Føroya Landsstýri hevur gjørt sáttmála við MEST um at byggja nýtt rannsóknarskip.

 

Skrokkurin, sum verður bygdur á skipasmiðju í Litava, verður liðugur á sumri 2019. Síðani verður hann sleipaður til Føroya inn á Skála, har skipið verður gjørt liðugt og leverað á sumri 2020.

 

Skipið verður 54 metrar langt. Í projekteringsarbeiðinum er áherðsla løgd á, at rakstrarkostnaðurin skal vera so lítil sum gjørligt. Tað nýggja skipið fer at hava sama manningartal sum Magnus Heinason, og hóast tað er nakað størri, verður tað ikki dýrari í rakstri.

Skipið fer at nøkta tørvin til hav- og fiskigransking nógv ár fram í tíðina og verður útgjørt til eisini at nøkta tørvin hjá øðrum føroyskum og útlendskum brúkarum.