Firðir

 

Føroyskir firðir kunnu vera ógvuliga ymiskir; men her verður serliga hugsað um firðir, sum eru opnir í øðrum endanum og stinga seg inn í landið. Hesir firðir fáa vatn úr áum, sum renna í teir, og tað elvir til eitt lagbýti og eitt “estuarint rák”, sum hevur stóran týdning fyri at skifta sjógvin á firðunum út og fyri gróðurin og alt lívið inni á firðunum. Firðir, sum hava eina gátt úti við munnan, gáttarfirðir, kunnu um summarið fáa eitt, botnlag innan fyri gáttina, sum verður læst av, og tað kann elva til oxygentrot.

 

Lagbýtið á firðunum
Vatnið, sum rennur úr áunum út í ein fjørð, má sjálvandi reka út úr fjørðinum. Annars fyltist fjørðurin skjótt við áarvatni. Tað vísir seg tó, at áarvatnið blandast ógvuliga nógv við sjógv, áðrenn tað nær at koma út úr fjørðinum, og ein stórur partur av blandingini er beint við ósan, har áin rennur í fjørðin. Í fjørðinum finna vit tí ikki reint áarvatn, men heldur hesa blandingina, sum verður nevnd “brakkvatn”.

 

Vanligt er at finna brakkvatn, sum er kanska 1% av áarvatni og 99% av sjógvi. Hóast tað er so nógv tynt, er brakkvatnið feskari og tí eisini lættari (hevur minni evnisvekt) enn sjógvurin, sum kemur uttaneftir, og brakkvatnið legst tí oman á sjógvin. Á føroyskum firðum er hetta brakkvatnslagið ofta um einar 10 metrar tjúkt og kann vera skilt frá tí djúpara sjólagnum av einum hvøssum marki (Mynd 1).

 

Tað estuarina rákið

Vindur og sjóvarfall ávirka, hvussu brakkvatnslagið rekur; men tá vit hyggja yvir long tíðarskeið, má brakkvatnslagið sum heild reka út úr fjørðinum. Hetta merkir tó tað, at hvør einasti rúmmetur (kubikkmetur) av áarvatni, sum rennur í fjørðin, dregur einar hundrað ferðir so nógvar rúmmetrar av sjógvi við sær út. Hesin sjógvur má sjálvandi eisini reka inn í fjørðin og tað má vera undir brakkvatnslagnum.

 

Føroyskir firðir hava tí, líka sum firðir aðrastaðni, eitt sonevnt “estuarint rák”, har sjógvur rekur inn í fjørðin í neðra, spakuliga rísir upp í brakkvatnslagið, har hann blandast við áarvatn og rekur út úr fjørðinum aftur (Mynd 1).

 

Gáttarfirðir
Firðir, sum hava eina gátt nær við munnan og størri dýpi longri inni, verða nevndir gáttarfirðir. Dømi um føroyskar gáttarfirðir eru Skálafjørður, Kaldbaksfjørður og Sundalagið norðan fyri Streym (sum líkist øðrum firðum, tó at tað er opið í báðum endum). Á teimum føroysku gáttarfirðunum er rákið um veturin sum á einum vanligum firði við einum brakkvatnslagi, sum rekur út í erva, og einum sjólagi, sum rekur inn longri niðri.

 

Um summarið kann sjógvurin, sum kemur inn, hinvegin vera væl heitari og tí eisini lættari enn tann djúpi sjógvurin inni í fjørðinum. Tá fer tann innrekandi sjógvurin ikki heilt niður á botn, og ístaðin gerst eitt botnlag allarniðast, sum ikki verður endurnýggjað av sjógvi uttaneftir (Mynd 2).

 

Í hesum botnlagi kann gerast oxygentrot. Oxygen (ilt, súrevni) finst vanliga í sjónum bara í smáum nøgdum (í mesta lagi um 10 milligramm í hvørjum litri her hjá okkum); men tað hevur ómetaligan týdning fyri fisk og flestu onnur djór, sum mugu hava oxygen at anda. Meðan botnlagið á einum gáttarfirði er læst av, kann nakað av oxygeni leka niður í tað úr ovaru løgum; men hetta kann vera væl minni enn tað, sum djór og bakteriur brúka til anding og rot. Tá kann oxygeninnihaldið niðri við botn nærkast ongum (Mynd 3). Á tílíkum gáttarfirðum er tað umráðandi, at botnlagið ikki fær ov nógva dálking, sum rotnar og tekur oxygen úr sjónum, tí hetta kann økja um vandan fyri, at oxygentrot drepur botndjór.


Mynd 1.
Tað vanliga (estuarina) rákið á einum firði.


Mynd 2.
Rákið á føroyskum gáttarfirðum er um veturin líka sum á einum vanligum firði (ovara tekningin); men um summarið (niðara tekningin) kann sjógvurin niðast við botn læsast av, so at hann ikki verður endurnýggjaður.


Mynd 3.
Oxygeninnihaldið (milligramm í hvørjum litri av sjógvi) á ymsum dýpum á tveimum ymiskum gáttarfirðum tann 13. september 1998.