12. Apr. 2023

Jákup Sverri gjørt yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum

 

Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur aftur í vár gjørt yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum, har tilsamans 91 støðir á ein tíma vórðu tiknar.

 

Støðan hjá toskinum hevur verið ring í fleiri ár, og hetta varð staðfest á yvirlitstrolingini. Eisini var lítið at fáa av brosmu, upsa og kongafiski. Hinvegin var nógv at fáa av hýsu, hvítingsbróðri, gulllaksi og svartkjafti.

 

Magakanningarnar vístu, at tað var sera lítið til av nebbasild. Les túrfrágreiðingina við at trýsta her.