Mikudagin 21. desember 2022 var lutakast um 12.500 kr millum teirra, sum høvdu latið fiskamerkir inn seinasta árið. Vinnarin gjørdist Piyamon Khieothong úr Klaksvík, ið hevur arbeitt á Kósini síðani 2003.
Toskurin við vinnandi merkinum varð merktur 29.september 2019 eystan fyri Nólsoy og fingin aftur við línu 23. januar 2022 á landgrunninum norðanfyri.
Lutakastið varð hildið á Havstovuni í Nóatúni í Havn. Durita Sørensen tók tann vinnandi seðilin. Hallbjørg Hansen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór fram á rættan hátt. Havstovan takkar Hallbjørg og Duritu fyri hjálpina og ynskir Piyamon hjartaliga tillukku við vinninginum.
![]() |
![]() |