Tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2023

 

Tilmæli frá Havstovuni

Tilmælið um fiskidagar tók støði í umsitingarætlanini, sum var løgd fram 6.mai 2019. Mælt verður til at tillutaðu fiskidagarnir fyri Bólk 2 (lemma- og partrolarar) verða øktir við 5% og fiskidagarnir fyri Bólk 3-5 (lína, snella, trol á landleiðini) verða skerdir við 5%.

 

Í november 2022 mælti altjóða havrannsóknarstovnurin ICES til, at eingin toskur á Landgrunninum verður fiskaður í 2023 og í 2024. Hetta hevur avbjóðingar við sær, tí toskur verður fiskaður í línufiskiskapi eftir hýsu og trolfiskiskapi eftir upsa. Havstovan mæltir til at ávísar rammur verða settar fyri at hýsa og upsi kunnu fiskast, uttan ov nógv av toski er uppií. Hetta kann t.d. gerast við hjáveiðureglum ella økisfriðingum fyri annaðhvørt ávísan reiðskap ella ávisar skipabólkar.

 

Havstovan mælir eisini til framhaldandi avmarkaðan fiskiskap á Føroyabanka. Mælt verður til, at fiskidagatalið í 2023 verður 200 dagar við bæði stórum og smáum fiskiførum, sum fiska við húki.

 

 Tilmælið sæst við at trýsta her.

 

ICES-ráðgeving fyri tosk, hýsu og upsa í 2023

 

Toskur á Landgrunninum:

 

ICES mælir til, at toskur ikki verður fiskaður á Landgrunninum næstu tvey árini. Toskastovnurin á Landgrunninum hevur verið søguliga lítil eftir 2005. Eftir ein lítlan bata í 2018 og 2019 er gýtingarstovnurin kortini vorðin so lítil, at hann væntandi ikki kemur upp um minstamarkið næstu tvey árini. Tessvegna er ráðgevingin givin fyri næstu tvey árini og ikki, sum vanligt á hvørjum ári.

 

Toskur á Føroyabanka:

 

ICES mælir til, at veiðan av toski á Føroyabanka verður í mesta lagi 78 tons um árið næstu tvey árini. Hetta er fyrstu ferð síðan 2007, at tað er mælt til at fiska tosk á Føroyabanka. Toskastovnurin á Føroyabanka hevur síðstu árini verið í vøkstri, og er hetta orsøkin til, at ICES mælir til eina varliga veiðu eftir toski á Føroyabanka.

 

Hýsa:

 

ICES mælir til, at veiðan av hýsu í 2023 kann vera í mesta lagi 11.853 tons. Hetta er ein øking upp á 37% í mun til tilmælið fyri 2022. Føroyski hýsustovnurin var í tíðarskeiðnum frá 2008 til 2017 undir markinum, har serlig verjutiltøk eru neyðug. Hýsustovnurin kom upp um hetta mark í 2018 og hevur verið í vøkstri síðan. Nýggjastu framskrivingarnar geva tó ábendingar um, at hesin vøksturin ikki verður so stórur, sum áður hildið.

 

Upsi:

 

ICES mælir til, at veiðan av upsa í 2023 kann vera í mesta lagi 17.843 tons. Hetta er ein minking á 52% í mun til tilmælið fyri 2022. Orsøkin er, at upsastovnurin er minni enn áður hildið. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá ICES ella við at trýsta á leinkini niðanfyri.

 

Toskur á Landgrunninum

 

Toskur á Føroyabanka

 

Hýsa

 

Upsi