20. Sep. 2022

Merktu springararnir fylgjast ikki

 

Springararnir, ið vóru merktir á Fuglafirði leygardagin 3. september 2022, og sum fóru norður um oyggjarnar, eru ikki saman longur.

 

Á leiðini norðurum fóru tveir springarar frá hinum, har tann eini steðgaði á í hellingini, 40 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni, meðan hin helt leiðina vestureftir og síðan suður um Íslandsryggin, har sendarin sløknaði. Á leiðin norður í Norskahavið vendi ein av trimum springarum við, og er nú farin suður um Ryggin og vestur móti Íslandi.

 

Tíanverri eru báðir sendararnir í Norskahavinum sløknaðir, men áðrenn hetta avdúkaðu teir, at hesir báðir springararnir eisini fóru burtur frá hvørjum øðrum. Sostatt eru allir fimm springaranir farnir hvør sína leið.