{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Harðir vetrar stimbra sjófugl

Støðan hjá føroyska sjófuglinum er nógv batnað seinastu tvey árini – eftir 15 sera vánalig ár. T.d komu væl fleiri ritupisur undan bæði í 2016 og 2017. Í nýggjari grein, prentað í tíðarritinum Frontiers in Marine Science, verður víst á, at vindharði veturin 2014-2015 er helst ein orsøk til betraðu lívskorini hjá sjófugli.


Nýggj tøkni (Geolocators) ger tað møguligt at fylgja ferðingini hjá sjófugli. Við hesum sæst, at fleiri sløg av sjófugli frá bjørgum kring alt Norðuratlantshavið sita á opnum havi sunnan fyri Grønland stóran part av vetrinum. Havumhvørvið um veturin á hesum opnu leiðum – eisini nevnt subpolari meldurin – kann avgera, hvussu tað hilnast hjá t.d. føroysku rituni at fáa pisur summarið eftir. Subpolari meldurin kann broytast nógv frá ári til annað, og møguligt er at spáa um eyðmerktar havfrøðiligar broytingar eitt til tvey ár frammanundan.


Í grein skrivað í fjør spáddi Havstovan, at kaldi og vindharði veturin 2014-2015 fór at føra til betri taðing av sjónum, meira gróður, størri nøgd av reyðæti og tískil helst meira føði til bæði sjófugl og fisk. Áhugavert er, at hetta nú tykist at gerast veruleiki.

Viðkomandi tíðindi

  • Sólarmyrkingin ávirkaði fuglin í Skúgvoy

    Sunnudagin 20. mars 2015 var sólarmyrking í Føroyum, men hvat gjørdi fuglurin í Høvdanum í Skúgvoy? Hetta er úr Sjóvarmál 2016, les víðari her. Viðkomandi tíðindi

    Les meira

  • Merkja sjófugl fyri at kanna, hvar hann heldur til um veturin

    Havstovan er við í eini stórari verkætlan fyri at kanna, hvar sjófuglurin er um veturin. Hetta verður gjørt við at seta goymslumerki á beinið á flestu sjófuglasløgunum í Norðurhøvum. Men…

    Les meira

  • Pisur sum vistfrøðiligt mát

    Ein háttur at kanna „heilsuna“ hjá eini vistskipan, er at nýta burðarúrslitið hjá ávísum sjófugli. Í Føroyum er samband millum burðarúrslitið hjá ritu og tilgongd av toski. Hetta er úr…

    Les meira

  • Pisurnar doyggja í hungri

    Nebbasildin, sum er besta føðin hjá lundanum, hevur svikið so dyggiliga, at stórur partur av lundanum verpur als ikki ella gevst at verma, áðrenn pisan er komin út. Teir fáu,…

    Les meira