Harðir vetrar stimbra sjófugl
Støðan hjá føroyska sjófuglinum er nógv batnað seinastu tvey árini – eftir 15 sera vánalig ár. T.d komu væl fleiri ritupisur undan bæði í 2016 og 2017. Í nýggjari grein, prentað í tíðarritinum Frontiers in Marine Science, verður víst á, at vindharði veturin 2014-2015 er helst ein orsøk til betraðu lívskorini hjá sjófugli.
Nýggj tøkni (Geolocators) ger tað møguligt at fylgja ferðingini hjá sjófugli. Við hesum sæst, at fleiri sløg av sjófugli frá bjørgum kring alt Norðuratlantshavið sita á opnum havi sunnan fyri Grønland stóran part av vetrinum. Havumhvørvið um veturin á hesum opnu leiðum – eisini nevnt subpolari meldurin – kann avgera, hvussu tað hilnast hjá t.d. føroysku rituni at fáa pisur summarið eftir. Subpolari meldurin kann broytast nógv frá ári til annað, og møguligt er at spáa um eyðmerktar havfrøðiligar broytingar eitt til tvey ár frammanundan.
Í grein skrivað í fjør spáddi Havstovan, at kaldi og vindharði veturin 2014-2015 fór at føra til betri taðing av sjónum, meira gróður, størri nøgd av reyðæti og tískil helst meira føði til bæði sjófugl og fisk. Áhugavert er, at hetta nú tykist at gerast veruleiki.
Viðkomandi tíðindi
Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni
Havstovan hevur í nøkur ár fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gjørdar úr plastikkrørum, og í hvørjum reiðri…
Merkta føroyska parið
Hjá skrápi skiftast bøgan og steggin um at bøla egginum. Tað er sjón fyri søgn í taltilfarinum frá einumføroyskum skrápapari við GLS-loggarum. Tá veturin kom, fóru bæði suður til Suðuramerika,…
Ferðingarmynstrið hjá føroyska skrápinum
Á fyrsta sinni er ferðingarmynstrið hjá føroyska skrápinum staðfest. Eftir bútíðina ferðast hann allan vegin úr Føroyumtil suðurendan á Suðuramerika. Og tá hann flýgur heimaftur, velur hann eina aðra leið,…
Talið á ternum og ternubølumminkað seinastu 15 árini
Síðani 2003 hevur Havstovan skipað fyri teljing av ternum og ternupisum um alt landið. Vit hava biðið bøndur, røktarar og onnur áhugað fólk siga okkum frá, hvussu nógvar ternur eru…