Grein um lága saltinnihaldið á okkara leiðum
Havstovan hevur seinastu árini í fleiri umførum skrivað um metlágt saltinnihald í føroyskum sjógvi seinastu 3-4 árini. Síðani methøgt saltinnihald var mált í 2009, hevur saltinnihaldið sum heild verið lækkandi, men á sumri 2016 lækkaði saltinnihaldið óvanliga nógv. Hetta førdi við sær, at metlág virðir blivu máld í 2017, 2018 og 2019 á Landgrunninum eins og úti á Opnum havi.
Nú er nýggj grein komin út, sum lýsir meiri, hví saltinnihaldið lækkaði so nógv. Í greinini verður víst á tríggjar samanfallandi orsøkir: Í 2012 broyttust havstreymarnir út fyri New Foundlandi, soleiðis at meiri feskvatn av Labrador landgrunninum bleiv ført út í subpolara meldurin. Samstundis øktist avfallið sum heild yvir meldrinum, soleiðis at sjógvurin í meldrinum bleiv óvanliga feskur. Tá meldurin í 2014-2016 styrknaði, bleiv tann óvanliga feski sjógvurin skjótt førdur inn í føroyskt sjóøki, og hetta førdi til tað ógvusliga fallið í saltinnihaldi, sum higartil er mátað. Hetta sást týðiliga á sumri og út á heystið 2016, eitt nú í Bankarennuni og við Lívfiskastøðina í Skopun.
Greinin er skrivað í samstarvi við granskarar í fleiri londum og er m.a. stuðlað av H2020 verkætlanini Blue-Action. Greinin er atkomulig hjá øllum og kann lesast her.
Karin Margretha H. Larsen ( karinl@hav.fo)
Viðkomandi tíðindi
Nýggj hita- og saltmet í føroyskum sjógvi
Miðalhitin á Landgrunninum í 2009 var eins høgur og í 2003, tá hitamet varð sett. Fleiri mánaðir hava sett hitamet, eins og sjógvurin í Bankarennuni og norðanfyri setti met í…
Fjarstýrdir kavbátar rannsaka havsins kalda hjarta
Smáir kavbátar kanna hitan, saltinnihaldið, streymin og plantuplankton í havinum við Føroyar. Endamálið er at útvega upplýsingar um tað termohalina rákið – havsins kalda hjarta. Hetta er úr Sjóvarmál 2007,…
Hiti og saltinnihald sett nýggj met
Rákið í Norðuratlantshavinum er broytt nógv seinastu árini. Hetta hevur ført við sær methøgan hita og saltinnihald í sjónum kring Føroyar. Hetta er úr Sjóvarmál 2005, les víðari her. Viðkomandi…