Framleiðsla av proteinisolati ein møguleiki
Samstundis sum tilvitanin staðfestir, at havtilfeingið er og verður avmarkað, verða nógvar royndir gjørdar at gagnnýta hjáframleiðslur og smærri fiskasløg til matna. Royndirnar fevna m.a. um betri gagnnýtslu av vøddahjáframleiðslum. Við at nýta ymiskar hættir at skilja bein og annað frá vøddunum kunnu t.d. 32 túsund tons av surimi framleiðast úr 100 túsund tonsum av svartkjafti. Samlaða søluvirðið kann tá økjast við fleiri hundrað mió. krónum.
Hetta er úr Sjóvarmál 2010, les víðari her.
Viðkomandi tíðindi
Lýsing eftir goymsluhøli
Havstovan leitar eftir goymsluhølum til prøvar. Hølini skulu brúkast til fjargoymslu av ymsum lívfrøðiligum og evnafrøðiligar prøvum, sum Havstovan hevur skyldu at varðveita. Talan er t.d. um prøvar tiknir umborð…
Styrkja samstarvið millum Havstovuna og íslendska Hafrannsóknastofnun
Í farnu viku vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður, saman við Maritu Rasmussen, stjóra á Havstovuni, á íslendska Hafrannsóknastofnun, vanliga nevndur Hafro. Endamálið við vitjanini var m.a. at kunna seg um virksemið…
Børn og Havstovan á Sjómannadegnum
Aftur í ár luttóku granskarar á Havstovuni á Sjómannadegnum í Klaksvík. Uppgávan var at kanna fisk, sum børnini høvdu fiskað fríggjakvøldið, tá fiskikapping varð fyriskipað. Tað vóru Eydna í Homrum,…
Verkfrøðilesandi í starvslæru á Havstovuni
Síðsta hálvárið hevur Jákup Jógvansson Clementsen, ið lesur á Danmarks Tekniske Universitet, verið í starvslæru á Havstovuni. Tað er partur av lesnaðinum hjá Jákupi, ið væntandi lýkur prógv sum fiskivinnuverkfrøðingur…