Biologisk oceanografi
Jákup Sverri, túrur nr. 2324
Tíðarskeið: 24/5-31/5 2023
Ábyrgd: Eilif Gaard
Endamál:
At kanna
- Menning av plantu- og djóraæti á Landgrunninumum um várið,
- Gýting hjá reyðæti,
- Føðiviðurskiftini hjá fiskalarvum.
Samandráttur
Sjóvarhitin innan fyri landgrunsfrontin lá um 7,8-8,1 °C og á ytru leiðunum var sjógvuirn eitt lítið vet lýggjari. Saltinnihaldið hevur hesi seinastu árini verið lágt og er tað framvegis, tó at tað tykist at hækkað eitt sindur aftur. Innan fyri landgrunsfrontin lá oftast um 35,10 – 35,15 og á ytru støðunum lá tað eitt vet hægri.
Gróðurin var við at taka seg upp og fluorometrið lá í miðal um 1, sum er tætt við miðal hesa ársins tíð. Nógv av kiselalgunum Chaetoceros kom í bongo-netini. Tær gera langar ketur av algukyknum, sum í stóran mun verða hildnar aftur í netunum. Tær vera mettar at vera góð føði hjá tí størra djóraætinum.
Djóraætið innan fyri landgrunfrontin var ein blanding av landgrunssløgunum Acartia og Temora, saman við Pseudocalanus og Calanus (reyðæti). Tey bæði seinnu sløgini eru upprunaliga rikin inn á Landgrunnin uttanífrá, men tey kunnu tó eisini vaksa og nørast á Landgrunninum. Ein góð spjaðing var í støddunum og sløgum av djóraæti, og tað er gott fyri fiskalarvur, tí tá hava tær góðan møguleika at finna sær føði í hóskiligari stødd, alt eftir hvussu stórar tær sjálvar eru.
Á ytru leiðunum var sum vant mest av reyðæti.
Gýtingin hjá reyðæti var í miðal 5,8 egg/hon/døgn. Ongin munur kundi staðfestast í talinum av eggum, sum hvørt kvenndjór gýtti, ávikavist á innaru og ytru leiðunum. Men av tí at meira var av reyðæti uttan fyri landgrunsfrontin, hevur samlaða gýtingin verið størri á ytru leiðunum. Rættiliga væl var av fiskalarvum av ymiskum sløgum var at fáa og tær vóru á flestøllum støðunum. Støddin lá oftst millum 1 og 1,5 cm. Seinni í ár verða sløgini, nøgdir og eisini magainnihaldið í fiskalarvunum kannað nærri.
Um túrin
Túrurin byrjaði við at royna eftir fiskalarvum á tveimum støðum í Kaldbaksfirði og Sundalagnum. Hetta var írestandi arbeiði frá seinasta túri, har viðurskifti tætt við land vóru kannað. Síðan varð hildið fram við kanningunum runt allan innara landgrunnin og stutt uttan fyri landgrunsfrontin. Fyrst eystanfyri og norðanfyri og síðan vestanfyri. Veðrið var gott og arbeiðið gekk væl.
Prøvatøka
Kannað bleiv hiti, saltinnihald, fluoroscensur og klorofyl (nøgdir av plantuæti) á 31 støðum og tøðsøltini nitrat, silikat og fosfat á 12 støðum.
Djóraætið bleiv savnað inn við bongoneti og fiskalarvur við MIK neti á øllum 31 støðum. Harumframt blivu myndir av plankton samfeløgunum tiknar á 7 støðum í einum skurði úr Høgnaboða og norðureftir. Gýtingin hjá reyðæti bleiv kannað á 17 støðum.
Reiðskapur
CTD, VPR, Bongo-net við 100 og 200 µm meskavídd og MIK-net við 1,5 mm meskavídd (0,5 mm í aftasta partinum).
Fólk við frá Havstovuni
Eilif Gaard og Durita Sørensen (fyrra helvt)
Durita Sørensen og Poul Vestergaard (seinna helvt)
Túrfrágreiðingar
Biologisk oseanografi
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2418 Tíðarskeið: 8/5-15/5 2023 Ábyrgd: Eilif Gaard Endamál: At kanna menning av plantu- og djóraplankton samfeløgunum á Landgrunninumum um várið, gýting hjá reyðæti og føðiviðurskiftini […]
Váryvirlitstroling – Landgrunnur
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2406 og 2408 Tíðarskeið: 14-28/02 2024 og 28/2-13/3 2024 Ábyrgd: : Petur Steingrund og Hannipoula Olsen Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega […]
Standard hydrografi
Jákup Sverri, túrur nr. 2342 Tíðarskeið: 30/08 – 05/09 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Toktleiðari: Ian Salter Endamál: Endamálið við túrinum er at fylgja við broytingunum í havinum kring […]
Viðkomandi tíðindi
Jákup Sverri verið á hydrografitúri
Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboya varð tikin upp í øllum góðum. …
Jákup Sverri gjørt yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum
Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur aftur í vár gjørt yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum, har tilsamans 91 støðir á ein tíma vórðu tiknar. Støðan hjá toskinum hevur verið ring í fleiri ár,…
Nýtt ár við kanningum av æti í Skopunarfirði
Í góðum samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun, hevur Havstovan í nógv ár gjørt regluligar kanningar av sjónum í Skopunarfirði. Lívfiskastøðin pumpar støðugt stórar nøgdir av sjógvi inn úr Skopunarfirði, og…
Norðurlendskur fundur um plantuæti
Í døgunum 3-5. oktober hevði norðurlendski arbeiðsbólkurin NOMP (Nordic Marine Phytoplankton) fund um plantuæti á Vinnuháskúlanum. Fiskaaling og Havstovan skipaðu fyri fundinum, har 36 luttakarar úr Føroyum, Danmark, Svøríki, Norra,…