{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Tvísygul

Diplecogaster bimaculata

Búkfjaðrarnar eru umskapaðar til ein tvídeildan súgvikopp fremst undir búkinum. Hann hevur eina ryggfjøður aftarlaga á sporlinum, og ein, heldur minni, gotfjøður er beint undir. Hann hevur stórar uggafjaðrar, tætt teinaðar í ovara parti, ótættari niðari, og avrundaðan stert. Høvdið er at kalla tríkantað. Hann hevur smá táknaop og langt sporl. Kroppurin er breiðastur um uggafjaðrarnar.

Útbreiðsla

Í Føroyum er hesin fiskur bert skrásettur einaferð. Undir Noregi er hann frá Tróndheimi til Skagerrak. Hann er vestan fyri Bretsku Oyggjarnar til Gibraltar, í Miðjarðarhavinum eystur í Adriahavið. Hann er við Asoroyggjarnar, Grønhøvdaoyggjarnar og Kanariuoyggjarnar.

Stødd

Tvísygul verður upp í 6 cm langur.

Dýpi

Hann er lítið kendur, men er fingin úr 5-10 metrum niður á meiri enn 100 metra dýpi.

Litur

Hann hevur skiftandi litir, tó oftast sera skínandi. Oftast er hann reyður við nógvum bláum, viólbláum, brúnum og gulum blettum. Hann hevur oftast ein stóran reyðan ella dimman blett á hvørji lið, beint aftan fyri uggafjøðurina.

Eyðkenni

Støddin og tvídeildi súgvikoppurin.

Týdningur

Tvísygul hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Tvísygul
Lat:Diplecogaster bimaculata b.
Dan:Toplettet dobbeltsuger
Eng:Two-spotted clingfish, Twospotted sucker
Fra:Lepadogastere a deux taches
Ita:Tacca scheuggio, Tacca sasso
Nor:Dobbeltsuger
Por:Pegador
Spa:Chafarrocas, Peix poec
Sve:Tväfläckig dubbelsugare
Týs:Ansauger
Ukr:Pyatnistaya prisoska

Viðkomandi tíðindi