{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Rekfiskur

Polyprion americanus

Rekfiskur líkist nógv kongafiski í skapi og á fjaðrum, men ikki á liti. Hann hevur heldur køggutan kropp. Kropshæddin er umleið 33% av heildarlongdini. Hann hevur eina ryggfjøður, ið er lægri framman, eina gotfjøður, ið er lægst framman og hægst á miðjuni. Høvdið er stórligt, hart og beinkent. Sum heild fastur, ’tungur’ fiskur. Frá kápuhorninum er ein beinryggur fram eftir kápuni. Roðslan er hørð og hvøss, umleið 90-114 roðslur eftir strikuni. Hann hevur stóran kjaft við smáum og tøttum rasputonnum. Hann hevur undirbit og stór eygu.

Útbreiðsla

Nakrar ferðir eru óbúnir fiskar fingnir undir Føroyum, út av Munkagrunninum og norðuri á umleið 63°N. Hann er annars vestan fyri Bretsku Oyggjarnar til Suðurafrika. Við grynnur og tindar úti í Atlantshavinum. Frá Labrador til Florida. Eystur úr Argentina og við Nýsæland og Avstralia.

Stødd

Rekfiskur verður upp í 210 cm langur.

Dýpi

Hann er úr vatnskorpuni og niður á o. u. 1000 metrar. Óbúnir fiskar eru ovarlaga í sjónum, har teir søkja sær skjól og føði við ymiskt, sum rekur í vatnskorpuni. Um 60 cm langur fer hann djúpari og heldur tá til á sand-, móru- og grótbotni. Møguliga eisini uppsjóvarfiskur í miðjum sjógvi.

Litur

Hann er brúngráur á liti, kanska við bláum/viólbláum ella grønligum farra. Óbúnir fiskar hava ljósar og myrkar blettir.

Eyðkenni

Tann ramliga útsjóndin. Teir grovu beinpíkarnir í rygg- og gotfjøðurini. Kongafiskalíki. Beinkamb á kápuni.

Týdningur

Rekfiskur er dýrur fiskur, men ov lítið fæst av honum her um leiðir til lønandi vinnu.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Rekfiskur
Lat:Polyprion americanus
Azo:Cherne
Dan:Vragfisk
Eng:Wreckfish, Stone basse, Wreck bass
Fin:Hylkyahven
Fra:Cernier, Cernia, Cernier atlantique, Cernier commun, Cernio escourpena, Franfré rascas, Lucerna, Mérou, Mérou de Bosques, Mérou fanfré, Peéro mérot, Peskar goat, Poisson de bois
Gri:Vláchos
Ísl:Blákarpi
Ita:Cernia di fondale, Cernia bruna, Cernia di fondo, Lucerna
Jap:Aruzentin oohata
Ned:Wrakbaars, Reuzenbaars, Steenbaars, Wrakvis
Nor:Vragfisk
Por:Cherne, Kapiten
Rus:Bury kamenny okun
Spa:Mero de roca, Cherna, Chernoda, Dot, Jorna, Meró
Sve:Vrakfisk, Vrakaborre
Týs:Wrackfisch, Wrackbarsch
USA:Wreckfish

Viðkomandi tíðindi

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024

    Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739.386 tons fyri 2024, sum er ein…

    Les meira