{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Havállur

Conger conger

Hann er langur og mjáur, í skapi mest sum vanligur állur. Hann hevur eina ryggfjøður og eina gotfjøður, báðar langar og lágar, smáar uggafjaðrar og ongar búkfjaðrar. Táknaopini eru beint framman fyri uggafjaðrarnar. Aftari endi á uggafjøðurini kemur, ella kemur næstan, aftur undir fremra enda á ryggfjøðurini. Hann hevur ljósa striku.

Útbreiðsla

Havállur er á Suðurlandinum í Íslandi, undir Vesturnoregi, í Skagerrak og Kattegat, í Norðsjónum og suður til Senegal. Í Miðjarðarhavinum og Svartahavinum. Er eisini mitt úti í Atlantshavinum á tindum og bankum. Undir Føroyum sæst hann av og á, bæði innarlaga og uttarlaga.

Stødd

Havállur verður upp í næstan 3 metrar til longdar.

Dýpi

Botnfiskur út á í minsta lagi 300 m.

Litur

Havállur er meira og minni myrkagráur ella morgráur um bakið. Síðurnar og búkurin eru ljósari. Poknurnar í strikuni eru hvítligar. Ryggfjøður og gotfjøður hava dimman kant. Hesin kanturin er ikki so sjónligur á gotfjøðurini.

Eyðkenni

Á haválli røkkur uggafjøðurin næstan aftur til ryggfjøðurina. Havállur hevur hvørki búkfjaðrar ella stert.

Týdningur

Hann er virðismikil matfiskur í Evropa. Undir Føroyum fæst so lítið av honum, at hann hevur ikki nevniverdan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Havállur
Lat:Conger conger
Azo:Congo
Dan:Havål, Havål Almindelig-
Eng:Conger eel, Black eel, Conger, Easgann faragaidh, Evil eel, Haaf eel, Haivel, White eel, Yaw
Fin:Meriankerias
Fra:Congre, Anguille de Mer, Anguira, Concrus, Cougrette, Coungré, Coungré négré, Fiela felat, Fouet, Fouette, Grongu, Mourna grounch, Moussole, Orratza, Sili mor, Tremblou, Vigret
Gri:Mougri, Congros, Dogros, Dróngos, Moungrí
Ísl:Hafáll
Ita:Grongo
Jap:Anago
Ned:Congeraal, Kongeraal, Zeepaling
Nor:Havål, Blåål
Pol:Konger
Por:Congro, Safio
Rus:Morskoj ugo’r, Konger
Spa:Safio, Congrio
Sve:Havsål
Týs:Meeraal, Conger, Congeraal
USA:Conger eel

Viðkomandi tíðindi

  • Jákup Sverri aftur av makreltúri

    Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarnar, verður felags túrfrágreiðing skrivað. Viðkomandi tíðindi

    Les meira

  • Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

    Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at djóraæti kann nørast og…

    Les meira

  • Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

    Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga lítið at síggja av sild. Norðhavssild var at síggja í…

    Les meira

  • Svartkjaftakanningar sunnanfyri

    Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar í tíðarskeiðinum 20. mars til 5. apríl 2024. Ekkóvirðir (nøgd) av svartkjafti, Jákup Sverri 20/3-5/4…

    Les meira