{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Háfjaðraði stubbi

Lebetus scorpioides

Háfjaðraði stubbi er lítil fiskur. Bulurin er hampiliga javnt tjúkkur. Sporlið er longri enn bulurin. Hann hevur tvær ryggfjaðrar, fremra er styttri og hægri, aftara er longri og lægri. Gotfjøðurin er lægri men eins long og aftara ryggfjøður. Uggafjaðrarnar eru væl rundaðar í endunum. Búkfjaðrarnar røkka aftur til ella aftur um aftara enda á uggafjaðrunum, eru samanvaksnar og hava ikki skræðulepan, ið er eyðkendur fyri stubbafiskarnar. Hann hevur stór eygu, ið standa upp um ennið.

Útbreiðsla

Hann er undir Íslandi, Føroyum, við Noreg, í Kattegat og Skagerrak, við Bretagne, vestantil við Ongland og Írland.

Stødd

Háfjaðraði stubbi verður í mesta lagi 4 cm langur.

Dýpi

Hann er á harðbotni, leirbotni ella grótbotni úr 2 m niður á umleið 375 m.

Litur

Hann hevur skiftandi litir, gulligur, gráligur ella reydligur við dimmum marmaraliti, ið lutvíst eru í bandskapi niður á síðurnar, tann aftasti er um klingruna. Ryggfjaðrarnar hava tvørstrípur.

Eyðkenni

Tann lítli fiskurin. Litbandið við stertarótina. Ongan ’súgvikoppa-skræðulepa’ á búkfjaðrunum.

Týdningur

Háfjaðraði stubbi hevur ikki vinnuligan týdning. Bert yngul er fingið undir Føroyum.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Háfjaðraði stubbi
Lat:Lebetus scorpioides, Lebetus orca
Dan:Ulkekutling
Eng:Diminutive goby, Little goby
Ísl:Dvergkýtlingur, Litli kýtlingur
Nor:Ulkekutling
Pol:Babka plowa
Sve:Simpstubb
Týs:Skorpiongrundel

Viðkomandi tíðindi