Vísindavøka á ferð: Upsi og aling – hvat vita vit um seiðin á firðunum og møguliga ávirkan av aling?

14.09.2026

19:00 - 20:30

Bókasavnið við Løkin

Granskingarráðið

Sum partur av Vísindavøkuni á ferð fer Ása Jacobsen at hava eina framløgu við heitinum:

Upsi og aling – hvat vita vit um seiðin á firðunum og møguliga ávirkan av aling?

Framløgan verður á Bókasavninum við Løkin í Runavík, mánakvøldið 14. september kl. 19.

Skráin mánakvøldið er annars henda:

  • Upsi og aling – hvat vita vit um seiðin á firðunum og møguliga ávirkan av aling?
    Ása Jacobsen, Havstovan
  • Ecofar verkætlanin um føroyskar firðir
    Barbara Leone, Umhvørvivsstovan
  • Samanhald gevur styrki – Føroysk kvinnurørsla í 1970- og 1980-árunum
    Margretha Nónklett, Tjóðsavnið

Framløgurnar eru umleið 20 minuttir hvør. Tiltakið er ókeypis.

Full skrá fyri Vísindavøku á ferð sæst her, og skrá fyri Vísindavøkuna í Kongshøll tann 25. september sæst her.