Vísindavøka á ferð: Lívið í einum dropa – eygleiðingar av plantuæti á Landgrunninum í eina fjórðingsøld
17.09.2026
19:00 - 20:30
Bókasavnið á Sandi
Granskingarráðið
Sum partur av Vísindavøkuni á ferð fer Elaine Runge at hava eina framløgu við heitinum:
Lívið í einum dropa – eygleiðingar av plantuæti á Landgrunninum í eina fjórðingsøld
Framløgan verður á Bókasavninum á Sandi, hóskvøldið 17. september kl. 19.
Skráin hóskvøldið er annars henda:
- Sildafiskiskapur í 1950- og 60-árunum: Frá vísindaligum kanningum til øktan fiskiskap og ovurfisking
Tráin Petursson Nónklett, Fróðskaparsetrið - Lívið í einum dropa – eygleiðingar av plantuæti á Landgrunninum í eina fjórðingsøld (hildin á donskum)
Elaine Runge, Havstovan - Ein lítil tráður úr Føroyum: handrit á alnetinum
Heiðrún Hõdd Guðmundsdóttir, Landsbókasavnið
Framløgurnar eru umleið 20 minuttir hvør. Tiltakið er ókeypis.
Full skrá fyri Vísindavøku á ferð sæst her, og skrá fyri Vísindavøkuna í Kongshøll tann 25. september sæst her.