Vísindavøka 2024
27.09.2024
08:00 - 17:00
Sjóvinnuhúsið
Havstovan
,Granskingarráðið
Vísindavøkan 2024 verður hildin tann 27. september í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Í vikunum undan Vísindavøkuni verður farið kring landið við Vísindavøku á ferð.
Framløga
Inga Kristiansen frá Havstovuni hevur eina framløgu í Kongshøll kl. 11:20 við heitinum:
Hví er djóraætið týdningarmikið?
Fullfíggjað skrá sæst her.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og ymiskir granskingarstovnar í Føroyum at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.
Tilfar frá undanfarnum Vísindavøkum er at finna á visindavoka.fo.