UArctic Congress 2026
26.05.2026 - 29.05.2026
UArctic Congress 2026 verður hildin í Havn frá 26. til 29. mai 2026. Evnini á ráðstevnuni eru í samsvari við raðfestingarnar hjá ríkisfelagsskapinum, sum nú hevur formansskapin í Arktiska Ráðnum.
Dentur verður lagdur á burðardygga menning, luttøku hjá upprunafólki og heildarviðurskifti viðvíkjandi umhvørvisrøkt.
Tey 5 høvuðsevnini eru:
- Burðardygg vinnulig menning og altjóða samstarv
- Hav og havrannsóknir
- Veðurlagsbroytingar í Arktis
- Lívfrøðiligt margfeldi
- Upprunafólk og samfeløg í Norðri
Sum nakað serligt verður havráðstevnan hjá Arktiska Ráðnum, Ocean Connectivity Conference, partur av UArctic Congress 2026. Talan verður tí um tvinnar ráðstevnur við einari samanflættaðari skrá. Í skránni finnur tú alt, sum hevur við Ocean Connectivity Conference at gera, við at skriva “Ocean Connectivity Conference” í leitifeltið.
Melda til ráðstevnuna her
Melda til 1 dag á ráðstevnuni her
UArctic Congress er ein ráðstevna, ið verður hildin annaðhvørt ár. Hon samansjóðar vísindaliga ráðstevnu og høvuðsfundir í UArctic-netverkinum.
UArctic Congress 2026 verður skipað av Fróðskaparsetri Føroya í samstarvi við Havstovuna og Uttanríkis- og vinnumálaráðið.