Fundur og verkstova um Norskahavið

03.10.2025

13:00 - 15:30

Havstovan

Havstovan

Fróðskaparsetur Føroya

Vit bjóða øllum við áhuga í Norskahavinum, tað veri seg vinnuligt, politiskt og/ella vísindaligt, at luta vitan og tankar um hvat er týdningarmikið at hava við í Útlitsmeting av Norskahavinum.

Hetta verður gjørt á Havstovuni, fríggjadagin 3. oktober frá kl. 13 til 15:30.

Tiltakið er ókeypis, men krevur tilmelding.