Fólk og Fuglar – í Klaksvík

12.03.2026

19:00 - 21:00

Skúlin á Skúlatrøð

Umhvørvisstovan

Havstovan

Tjóðsavnið

Hvussu stendur til hjá fuglunum í Føroyum? Hvørjar broytingar síggjast í stovnunum? Og hvat vísa nýggjastu kanningarnar?

Hóskvøldið 12. mars kl. 19.00 verður afturvendandi tiltakið Fólk og Fuglar hildið í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík.

Á skránni eru stuttir fyrilestrar um útvald fuglasløg og kanningar av fugli í Føroyum. Luttakararnir fáa innlit í nýggjastu úrslit frá árligu fuglateljingum í RAMSAR økjunum og høvi verður at seta spurningar eftir framløgurnar.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda til.