10. Des. 2021

Sørin Petersen av Viðareiði vann!

 

Hósdagin 9. desember 2021 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var Sørin Petersen við trolaranum Fiskakletti, sum vann lutakastið. Merkti fiskurin var ein toskur, sum varð merktur 28. september 2019 norðan fyri Føroyar. Hann var tá 45 cm langur.

 

Í ár var lutakastið á Havstovuni í Havn. Barbara Løwe Sørensen tók tann vinnandi seðilin og Hallbjørg Hansen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór rætt fram. Havstovan takkar øllum, sum hava sent fiskamerki inn hetta seinasta árið, og ynskir Sørini til lukku við vinninginum.