30. Sep. 2021

ICES-tilmælið fyri uppsjóvarfisk 2022

 

Seinast dagført 30.09.2021 kl. 12:18 

 

Mest loyvda veiðan í 2022 lækkar fyri allar tríggjar stovnarnar av uppsjóvarfiski. Makrelur lækkar við 7%, svartkjaftur við 19%, og norðhavssild við 8%.

 

- Fyri makrel er gýtingarstovnurin oman fyri burðardygga markið, men við nógv øktu veiðuni í 2021 verður mett, at veiðitrýstið við árslok verður væl oman fyri markvirðið.

 

Leinkja til ICES tilmælið: makrelur

 

- Fyri svartkjaft er tilgongdin mett at vera vánalig síðani 2017, og tí minkar stovnurin. Veiðitrýstið hevur síðani 2014 ligið oman fyri burðardygga hámarkið.

 

Leinkja til ICES tilmælið: svartkjaftur

 

- Fyri norðhavssild hevur gýtingarstovnurin verið í støðugari minking frá 2008 til 2020, men í ár er góði 2016-árgangurin vorðin búgvin, soleiðis at gýtingarstovnurin kvinkaði eitt vet uppeftir og liggur oman fyri burðardygga markið. Tilgongdin eftir 2016 er mett at verða vánalig. Veiðitrýstið hevur síðani 2019 ligið oman fyri burðardygga hámarkið.

 

Leinkja til ICES tilmælið: norðhavssild

 

Fiskiskapurin eftir sild, makreli og svartkjafti hevur seinastu árini ligið 20-25% oman fyri vísindaligu ráðgevingina vegna ósemju um býtið av stovnunum. Í ár kann makrelfiskiskapurin væntast at fara 40% upp um tilmæltu veiðuna, um øll londini fiska alt, tey hava fráboðað.

 

Talvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu burðardyggu veiðu (tons) fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2022 og broytingarnar frá 2021 til 2022.

 

 

Tilmælið fyri 2021

Tilmælið fyri 2022

Broyting í tilmæli 2021-22

Makrelur

852 284

794 920

-7%

Svartkjaftur

929 292

752 736

-19%

Norðhavssild

651 033

598 588

-8%