01. Sep. 2021

Norskahavsmeldurin knýtir heitt innrák og kalt yvirflot

 

Tað er vælkent at heitur Atlanssjógvur rekur norðureftir fram við Føroyum, kølist og søkkur norðanfyri, og vendur suðureftir aftur í dýpinum sum ísakalt yvirflot. Í nýggjari grein vísa vit, at sonevndi Norskahavsmeldurin stýrir stutt-tíðarbroytingum (frá mánaði til annan) í hesum týdningarmikla Havsins Kalda Hjarta. Meldurin er ein stórur bjølgur av køldum sjógvi, sum melur móti klokkuni norðan fyri Føroyar.

 

Nevndu broytingar føra eisini við sær, at markið millum heitan sjógv omanfyri og kaldan sjógv niðanfyri kann - í stutta tíð - flyta seg fleiri hundrað metrar upp og niður. Hetta kann vera frá umleið 200 m dýpi, og heilt niður á umleið 600 m. Sera stórur biomassi savnast við hetta hitamark (krill, rækjur, prikkafiskur, svartkjaftur, svartkalvi osv.), so umrøddi dynamikkur hevur eisini ávirkan á vistskipanir í sjónum. Hetta er fyrsta grein í serriti um havveðurlag og vistskipanir hjá tíðarritinum Frontiers in Marine Science, og hon kann lesast her.

 

Hjálmar Hátún ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. , 229092)