17. Aug. 2021

Lítið av gróðri á Landgrunninum í ár

 

Plantuæti er fyrsti liður í føðiketunum í sjónum og er sostatt føðigrundarlag undir djóralívinum í sjónum. Gróðurin kann vera sera ójavnur frá ári til annað og Havstovan hevur áður víst á, at eitt týðiligt samband er ímillum gróðurin av plantuæti og tilgongd og vøkstur hjá fiski á Landgrunninum. Tí kannar Havstovan regluliga bæði nøgdirnar og vøksturin av plantuæti. Í samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun verða nøgdirnar av plantuæti í Skopunarfirði kannaðar hvørja viku og kanning av tí samlaða gróðrinum verður gjørd við rannsóknarskipinum seint í juni á hvørjum ári.

 

Í ár hevur verið sera lítið at plantuæti á Landgrunninum, og einki tíðarskeið hevur verið við stórum nøgdum (Mynd 1, vikuligar mátingar í Skopunarfirði). Somuleiðis vísa kanningar við Jákup Sverra, at gróðurin á Landgrunninum hevur verið sera lítil í ár (Mynd 2, gróðurindeks á árliga ætikanningartúrinum í juni).

 

Til ber at fylgja gróðrinum her.

 

 

 

 

 

Mynd 1. Nøgdir av plantuæti í Skopunarfirði 1997-2021. Svarta strikan vísir gróðurin í ár. Turkis vísir dømi um eitt ár við góðum gróðri, grønt eitt vánaligt ár og myrkablátt eitt miðalgott ár.

 

 

Mynd 2. Indeks fyri gróðurin á Landgrunninum. Brotna strikan vísir miðal fyri árini 1990-2021.