25. Juni. 2021

Líka lítið av svartkalva í ár sum í fjør

 

Jákup Sverri hevur verið á svartkalvatúrinum fyri 2021. Miðalveiðan hvønn troltíma í ár var 66 kg/t, sum er nærum tað sama sum í fjør. Miðalveiðan fyri árini 1995-2020 var 115 kg/t, so enn er lítið at fáa. Høvuðsføðin hjá svartkalvanum var svartkjaftur, og meginparturin av aldursgreinaðu fiskunum var 6-9 ára gamal.

 

Hesar kanningar hava verið gjørdar á hvørjum ári síðani 1995 fyri at kanna útbreiðslu og lívfrøði hjá svartkalva.

 

Øll túrfrágreiðingin kann lesast her.

 

Lise Helen Ofstad ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. )