19. Mai. 2021

Liljan verið í starvsvenjing sum laborantur á Havstovuni

 

Liljan Jacobsen hevur seinasta árið verið í starvsvenjing sum laborantur á Havstovuni. Hetta er í samband við útbúgving hennara á Københavns Professionshøjskole, og Ian Salter hevur verið vegleiðari á Havstovuni.

 

Í apríl vardi hon endauppgávu sína ‘Anvendelse af miljø-DNA og qPCR til undersøgelse af marine økosystemer’, og í dag er starvsvenjingin liðug.

 

Vit takka Liljuni fyri tíðina á Havstovuni og ynskja henni alt tað besta frameftir.