01. Des. 2020

ICES-ráðgeving fyri tosk, hýsu og upsa í 2021

 

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi 30. november nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum

 

ICES mælir til, at veiðan av toski í 2021 kann vera í mesta lagi 6 247 tons og er hetta ein minking upp á 47% í mun til tilmælið í 2019 fyri 2020. Verri føðiviðurskifti í havinum síðstu árini hava ávirkað toskastovnin neiliga, soleiðis at tilgongdin er minni enn væntað.

 

Veiðan av hýsu í 2021 kann vera í mesta lagi 11 440 tons og er hetta áleið tann sama veiðan, sum ICES mælti til í 2019 fyri 2020. Gýtingarstovnurin av hýsu veksur framhaldandi, hann er nú mettur at vera 52 245 tons. Vøksturin í gýtingarstovninum kemst serliga av 2016- og 2017-árgangunum, sum eru mettir at vera væl yvir miðalstødd.

 

Veiðan av upsa í 2021 kann vera í mesta lagi 27 368 tons og er hetta ein minking upp á 23% í mun til tilmælið í 2019 fyri 2020. Gýtingarstovnurin av upsa hevur verið væl fyri síðan 2014. Veiðutrýstið er framvegis hægri enn tað veiðutrýst, sum er mett at geva størstu varandi veiðu.

 

Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá ICES ella við at trýsta á leinkini niðanfyri.

 

Toskur

 

Hýsa

 

Upsi