26. Okt. 2020

Vísindavøka á ferð – kom og hoyr meira um havstreymarnar kring Føroyar, DNA-leivdir í havinum og brisling undir Føroyum

 

Sum partur av fyrilestrarøðini “Vísindavøka á ferð 2020” fara Bogi Hansen, Ian Salter og Eydna í Homrum frá Havstovuni at halda hvør sín fyrilestur.

 

Bogi fer at halda ein fyrilestur við heitinum: "Hví er tað so heitt í Føroyum?" á Bókasavninum við Løkin mánakvøldið 26. oktober kl. 19.

 

Eydna fer at halda ein fyrilestur við heitinum: "Brislingur undir Føroyum – lívfrøði og útbreiðsla" á Miðnámi í Suðuroy mikukvøldið 28. oktober kl. 19.

 

Ian fer at halda ein fyrilestur við heitinum: "Hvussu kunnu DNA-leivdir í sjógvi brúkast til at kanna fiskastovnar?" á Klaksvíkar Bókasavni mánakvøldið 2. november kl. 19.

 

Fyrilestrarøðin “Vísindavøka á ferð 2020” byrjar í dag og endar mikukvøldið 4. november. Í hesum tíðarskeiðinum verða 12 fyrilestrar kring landið. Øll skráin fyri Vísindavøkuna á ferð kann síggjast her.

 

Sjálv Vísindavøkan 2020 verður fríggjadagin 6. november frá kl. 8.00 til á leið kl. 16.00. Ein nýggj net-app, sum er tøk á vísindavøka.fo, er gjørd í samband við Vísindavøkuna 2020. Har ber til at síggja skránna fyri øll tiltøkini. Vegna Covid-19 er neyðugt við tilmelding til tiltøkini 6. november, og ber eisini til at tekna seg til tey ymsu tiltøkini á hesi appini.