16. Sep. 2020

Framvegis lítið til av toski á Føroyabanka

 

Magnus Heinason er júst liðugur við ta árligu yvirlitstrolingina um heystið á Føroyabanka, har 29 hál á ein tíma verða tikin. Í ár vóru tó bert 17 hál tikin.

 

Í mars bendu yvirlitstrolingarnar á, at toskurin á Føroyabanka var komin fyri seg aftur. Úrslitini nú í september vístu, harafturímóti, at nøgdin av toski var bert 24% í mun til árini frá 1996 til 2003, tá nøgdirnar vóru sum fyrr í tíðini. Hinvegin var nógv til av hýsu, longu, havtasku og hvítingi í mun til onnur ár. Les túrfrágreiðingina her.

 

Les alla frágreiðingina her.