18. Juni. 2020

Tvær merktar grindir samstundis fyri fyrstu ferð!

 

16. juni 2020 merkti Havstovan eina grind í Havn, har fýra hvalir í einum lítlum bólki uppá 12 hvalir fingu sendarar festar á hornið. Saman við merkingini í Bø 6. juni er fyri fyrstu ferð eydnast at hava tvær merktar grindir samstundis. Merkingin í Havn er hin níggjunda í røðini við merkingum við fylgisveina-sendarum, fyri at kanna ferðing og útbreiðslu hjá grindahvali í Norðurhøvum.

 

Tað gekk væl at merkja grindina í Havn, takkað verið góðari hjálp frá grindaformonnum, fólki á báti og hjálp á landi, og tað er Havstovan sera takksom fyri.

 

Grindin, ið varð merkt í Havn, ferðaðist fyrsta samdøgrið út móti Sandoyarbanka, og er síðan farin suðuryvir, út móti Hetlandsrennuni, og er nú á triðja degi 40 fjórðingar suður úr Akrabergi. Allir fýra hvalirnir eru saman.

 

Merkta grindin í Bø lá suður av Ytsta Banka, men seinastu dagarnar hava báðir hvalirnir ferðast í ein útnyrðing, inn í íslendskan sjógv, og er grindin nú 300 fjórðingar úr landi, á eini leið har dýpið er 2.500 metrar.

 

Í merkingini í Havn gjørdi Jan Hammer Egholm upptøkur við dronu, ið hann hevur verið so beinasamur at lata Havstovuna nýta. Upptøkurnar kunnu síggjast her.

 

Kunning um hvar hvalirnir eru, og hvussu teir ferðast, sæst á heimasíðuni hjá Havstovuni (www.hav.fo) mánadag og hósdag.

 

Bjarni Mikkelsen, tlf. 278588 ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. )