13. Mai. 2020

Skipari til Jákup Sverra

 

Søkt verður eftir skipara til nýggja havrannsóknarskipið “Jákup Sverri” at byrja skjótast gjørligt.

 

Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávur:

 

- Hevur høvuðsábyrgdina av skipinum.

- Hevur høvuðsábyrgdina umborð at allar viðkomandi skipanir verða fylgdar. Hesar eru m.a. ISM-skipanin og góðskuskipan, reinføri o.l. í sambandi við dagliga virksemið umborð.

- Skal seta seg inn í viðkomandi lógir og reglur, ið Havstovan og skipið arbeiðir eftir.

- Skal arbeiða í tøttum samstarvi við “túrleiðaran” á Havstovuni fyri hvønn túr.

- Annað fyrifallandi arbeiði.

 

Førleikakrøv:

- Skipsførara útbúgving.

- Heilsuváttan fyri sjófólk.

- Galdandi prógv, so sum trygdarskeið, eldsløkking, sjúkraviðgeri og onnur viðkomandi skeið.

- Góðan førleika at samskifta.

- Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.

- Stórur dentur verður lagdur á at umsøkjarin hevur fiskiroyndir við trolara og royndir undir Føroyum.

 

Setanartreytir

Starvið verður sett eftir sáttmála millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Fíggjarmálaráðið. Starvsheitið er skipari.

 

Umsóknir
Skrivligar umsóknir við CV og avrit av viðkomandi prógvum og møguligum ummælum, skulu vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 2. juni 2020.

 

Umsóknin skal sendast til:

 

Havstovan, Nóatún 1, P.O. Box 3051, FO-110 Tórshavn
ella teldupost: This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Erling í Liða, reiðara ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. , tlf. 35 39 00).