03. Mars. 2020

Fyrilestrar á framløgudegnum hjá Fiskivinnuroyndum fastalávintsmánadag í farnu viku

 

Mánadagin í farnu viku var árligi framløgudagurin hjá Fiskivinnuroyndum á Hotel Føroyum og aftur í ár vóru fólk frá Havstovuni og greiddu frá verkætlanum sínum.

 

Dánjal Petur Højgaard legði fram úrslit frá lidnu verkætlan síni um Kudoa-infektión og bleytan makrel, meðan Hannipoula Olsen legði fram ætlaninar við nýggju verkætlan síni um nebbasild og tosk á innaru leiðum. Framløgurnar kunnu lesast her.

 

Umframt nýggju verkætlanina um nebbasild og tosk, hevur fiskivinnuroyndir í ár latið stuðul til tvær aðrar verkætlanir hjá Havstovuni. Ein teirra er eisini ein nýggj verkætlan, sum ber heiti “Leikluturin hjá djóraæti í atferð hjá norðhavssild”. Hin er framhald av verkætlan um nýtslu av umhvørvis-DNA í kanningum av broytingum í toska, hýsu- og upsanøgd á Føroyabanka.

 

Her finnur tú eitt yvirlit yvir allar verkætlanir hjá Havstovuni, sum eru í gongd ella fara í gongd.