23. Okt. 2019

Ymisk fiskasløg merkt í ár

 

1137 toskar og 7 kalvar vóru merktir á árliga merkingartúrinum hjá Magnusi Heinasyni. Harumframt vórðu ymisk onnur fiskasløg merkt, sum øll síggjast í talvu 1. Høvuðsendamálið er at merkja tosk, og hevur hetta verið gjørt í nógv ár. Endamálið við merkingini er at kanna ferðamynstur og vøkstur hjá toski á føroyska landgrunninum. Á túrinum verða fiskarnir vigaðir og longdarmátaðir, eins og tíð og positión verður niðurskrivað fyri hvar og nær, teir eru sleptir aftur.

 

Merkini, sum verða nýtt, eru floymerki, eisini nevnd spaghetti-merki. Merkingarøkini eru býtt út á Landgrunnin. Tað eru tey somu hvørt ár, og eru í høvuðsheitum hesi: Á Mýlingsgrunninum, Vesturi á Bønum, vestan fyri Skúvoynna og eystanfyri. Undir einum kunnu tey trý fyrst nevndu økini kallast vestanfyri. Í Talvu 2 sæst miðalkonditiónsfaktorurin fyri tey ymsu økini, eins og miðallongdir. Vanliga er toskurin rímuliga væl fyri um heystið við einum konditiónsfaktori, sum oftast liggur oman fyri 1. Í ár var toskurin vestanfyri verri fyri enn eystanfyri. Tað vóru serliga millumfiskarnir sum vóru rak. Teir smærru og teir heilt stóru vístu seg sum heild at vera væl fyri. Um vit hygga at mynd 1, síggja vit, at teir sum vóru merktir á Bønum vóru ringast fyri, ímeðan teir eystanfyri vóru betur fyri.

 

Tilsamans eru 69.859 toskar merktir undir Føroyum síðani 1903. Havstovan hevur staðið fyri merkingini síðani 1997. Av hesum fiskum eru 19.214 afturfingnir. Hetta svarar til umleið ein triðing av merktu fiskunum. Í mun til onnur lond, sum eisini merkja fisk, er hetta lutfallið væl hægri í Føroyum. Eitt lutakast er hvørt ár ímillum teir merktu toskarnar, sum fólk eru so beinasom at lata Havstovuni. Vinningurin er 12.500 kr. Teir allarflestu merktu toskarnir eru afturfingnir umleið á sama staði, har ið teir vórðu merktir. 33 merktir toskar eru fingnir aftur uttan fyri føroyska landgrunnin.

 

Tað er ikki bara toskur sum verður merktur, sum sæst á myndunum. Kalvi og onnur fiskasløg vera eisini merkt. Á hesum túrinum merktu vit 7 kalvar. Hetta er væl meira enn tey seinastu árini, har ið tað hevur verið lítið at fingið av kalva.

 

Túrfrágreiðingin kann lesast her.

 

Mynd 1. Konditiónsfaktorurin av merktum toski á túri 1942 á Landgrunninum. Toskarnir eystanfyri vóru sum heild betur fyri enn vestanfyri.

 

 

 

Havtaska

Hvítingur

Hýsa

Kalvi

Knurrhani

Reyðsprøka

Steinbítur

Tunga

Upsi

Toskur

Á Bønum

1

 

11

2

 

4

1

2

1

264

Eystanfyri

6

1

13

3

1

9

 

 

 

305

Á Mýlingsgrunninum

1

 

3

 

 

5

 

7

 

287

Vestan fyri Skúvoynna

4

 

12

2

 

6

 

2

 

281

Tilsamans

12

1

39

7

1

24

1

11

1

1137

Talva 1. Her síggja vit tey ymsu fiskasløgini, sum vórðu merkt á merkingartúrinum í 2019.

 

 

Øki

      Miðal K

  Miðallongdir

Á Bønum

0,925

57,8 cm

Eystanfyri

1,007

59,4 cm

V-Mý

0,941

58,2 cm

V-Skúv

0,958

64,1 cm

TIlsamans

0,959

59,904

Talva 2. Miðalkonditiónsfaktorurin og miðallongdirnar fyri tey ymsu økini.
Toskarnir vestan fyri Skúvoynna vóru størstir, ímeðan teir á Bønum vóru minstir.