24. Juni. 2019

Nøgdin av sild norðanfyri óbroytt samanborið við í fjør

 

Sildakanningarnar í ár vístu, at nakað tað sama var av sild norðanfyri sum í fjør. Vísitalið í ár er 4.87 mió. tons samanborið við 5.04 í fjør. Eisini vísitalið fyri svartkjaft var nakað tað sama í ár (0.53 mió. tons) sum í fjør (0.50 mió. tons). Nakað meira var tó at síggja av 1 ára gomlum svartkjafti enn undanfarnu tvey árini.

 

Farnu viku var fundur í Reykjavík, har úrslitini frá sildakanningunum norðanfyri fyrr í vár vóru viðgjørd. Tó var russiska rannsóknarskipið ikki liðugt við sínar kanningar í Barentshavinum, tá fundurin var, so talan er um eina fyribils frágreiðing, har bert úrslit fyri vaksna stovnin eru við. Endaliga frágreiðingin verður skrivað í augustmánaði. Talan er um felags kanningar, sum verða gjørdar hvørt ár og hvørs fremsta endamál er at dagføra vísitalið fyri norðhavssild. Hetta vísital verður brúkt, saman við m.a. landingartølum í stovnsmetingini av norðhavssild seinni í summar.

 

Høvuðsniðurstøðan er, at nakað tað sama er av bæði sild og svartkjafti norðanfyri sum í fjør. Vísitalið fyri sild í ár er 4.87 mió. tons samanborið við 5.04 í fjør; talan er sostatt um eina 3%-minking, men tá atlit verða tikin til óvissuna (svørtu strikurnar í mynd 1), so kann ikki sigast at vera munur á vísitalinum í ár og í fjør og vísitalið hevur verið rættuliga støðugt seinastu 7 árini. Samansetingin av sildini er tó nakað øðrvísi, soleiðis at heldur meira er av yngri sild enn undanfarnu árini. Tveir triðingar av sildini stóð í økinum norðan fyri Føroyar og eystan fyri Ísland (mynd 2), og hetta er í høvuðsheitum sild, sum er 6 ár og eldri. Síðsti triðingurin stóð í einum belti longur norðuri – frá 68 til 71 N – og hetta var í høvuðsheitum 3, 5 og 6 ára gomul sild. Hetta er triðja árið, at árgangurin frá 2013 sæst saman við vaksnu sildini, og nú ber til at siga, at hesin árgangurin er størri enn miðal fyri síðstu 15 árini, men tó bert umleið helvtina so stórur sum stóri árgangurin frá 2004, sum hevur verið bulurin í fiskiskapinum í nógv ár saman við árganginum frá 2002. Spenningur hevur verið um, um nakað mundi fara at síggjast til árgangin frá 2016, sum hevur verið at sæð í Barentshavinum tvey tey síðstu árini; tann árgangurin er so smátt við at leita sær úr Barentshavinum, men nøgdirnar, sum sóust saman við vaksnu sildini, eru enn á stigi við miðalstórar árgangir. Tað er ikki óvanligt, at størri árgangir leita sær seinni úr Barentshavinum, tí teir vaksa seinni. Hesum fæst helst ein betri hóming av, tá kanningarnar frá Barentshavinum vera tøkar seinni í summar.

 

Eisini samlaða vísitalið fyri svarkjaft var nakað tað sama í ár (0.53 mió. tons) sum í fjør (0.50 mió. tons) eins og útbreiðslan eisini líktist útbreiðsluni í fjør. Tá úrslitini frá øllum londunum vórðu sett saman, vísti tað seg kortini, at rættuliga nógv var av ársgomlum svartkjafti. Hetta hevur við sær, at tó at samlaða tonsatalið av svartkjafti er nakað tað sama sum í fjør, so er talið av fiskum 41% størri í ár. Tað kann nevnast, at í føroyska partinum av kanningunum sást mestsum ongin svartkjaftur, sum var yngri enn 3 ár – ungi svartkjafturin stóð í ár eystur móti europeiska landgrunninum.

 

Vísitalið fyri djóraæti í økinum er hægri enn miðal hevur verið fyri seinastu 10 árini. Tá kanningarnar byrjaðu fyri 23 árum síðani var hetta vísitalið høgt tey fyrstu sjey árini. Síðani var ein munandi minking fram til uml. 2010, men síðani hevur spakuliga verið ein vend til størri nøgdir av djóraæti. Orsøkina til hesa gongd kenna vit ikki væl enn, men granskarar í Føroyum, Íslandi, Noregi og øðrum londum við arbeiða í løtuni við verkætlanum at skilja betri, hvat stýrir djóraætisnøgdunum, og hvønn týdning djóraæti hevur fyri vistskipanina.

 

Í vestara parti av kanningarøkinum var í ár nakað kaldari enn í fjør í ovastu 200 metrunum, men um samanborið verður við øll árini, sum kanningarnar eru gjørdar, so hevur verið heitari her vesturi seinnu árini enn miðal fyri alt kanningartíðarskeiðið. Hinvegin er nakað kaldari enn miðal eystur móti europeiska landgrunninum.

 

Eydna í Homrum

 

Øll fyribilsfrágreiðingin kann lesast her.

 

Mynd 1. Vísitalið fyri norðhavssild í mai-kanningunum norðanfyri 1996-2019. Seinastu 8 árini hevur vísitalið ligið rættuliga støðugt um millum 4.2 og 5.9 mió. tons. Svørtu strikurnar vísa óvissuna um virðini.

 

Mynd 2. Kortið vísir útbreiðsluna av sildini á kanningunum í mai 2019. Tveir triðingar av sildini stóðu í økinum norðan fyri Føroyar og eystan fyri Ísland; hetta var í høvuðsheitum gomul sild. Síðsti triðingurin stóð í einum belti uml. 68 til 71 N, og hetta var í høvuðsheitum 3-6 ára gomul sild.