23. Nov. 2018

Teljing av grágás

 

Komandi vikuskifti, 24.-25. november, verður ein grágásateljing gjørd í Bretlandi og Íslandi. Henda teljing verður eisini gjørd í Føroyum. Endamálið er at fáa greiðu á samlaða grágásastovninum, og tí er neyðugt at talt verður samstundis í ymsu londunum.

 

Um so er, at onkur veit um øki, har grágás heldur til, og hevur hug at taka lut í hesi teljing, er viðkomandi hjartaliga vælkomin at skriva ella ringja til mín á: This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella 254673.

 

Sí vegleiðing her ella ring um nærri kunning.

 

Stóra takk fyri hjálpina!