08. Okt. 2018

Øðrvísi rák tvørtur um Íslandsryggin enn væntað

 

Nýggjar kanningar, sum Havstovan hevur gjørt saman við dønum, norðmonnum og týskarum, vísa eitt nógv veikari botnrák av køldum sjógvi enn væntað gjøgnum eitt skarð í Íslandsrygginum, sum nevnist “Western Valley” (vestari dalur). Afturfyri rak tað ovara lagið av heitum Atlantssjógvi í hesum øki harðari enn væntað úr Atlantshavi inn í Norðurhøv.

 

Føroyar liggja á einum undirsjóvarryggi, sum skilir tey arktisku havøkini norðan fyri okkum frá restini av heimshøvunum; men sjógvur ferðast tó tvørtur um ryggin báðar vegir. Í teimum ovaru løgunum er tað heitur sjógvur, sum ferðast móti Arktis (reyðu pílarnir á myndini). Í dýpinum er tað kaldur sjógvur, sum niður móti botni smýgur sær gjøgnum tey djúpu skørðini í rygginum á veg úr Norðurhøvum út í Atlantshavið (bláu pílarnir).

 

Hetta kalda botnrákið ber sjógv við sær, sum hevur sogið varma og CO2 úr luftini í Arktis, og tá hann er komin tvørtur um ryggin, søkkur hesin sjógvur niður í dýpið á heimshøvunum. Botnrákið hevur tí stóran týdning fyri veðurlagið í heiminum; men tað hevur eisini serligan týdning fyri okkum føroyingar, tí sjógvurin, sum rekur úr Norðurhøvum í dýpinum, má endurnýggjast. Tað kalda botnrákið gevur tí høvuðsdrívmegina, sum sýgur heitan sjógv norðureftir og ger, at Føroyar hava nógv lýggjari veðurlag, enn tú kundi væntað eftir breiddarstignum at døma.

 

 

Sum myndin vísir, verður botnrákið vanliga býtt í fýra ymiskar greinar. Tær báðar sterkastu greinarnar fara ávikavist gjøgnum Danmarkarsundið (DS á myndini) og Bankarennuna (BR á myndini). Ein veik grein fer tvørtur um Wyville Thomsonryggin (WTR á myndini). Seinasta greinin er tann, sum ber kaldan sjógv tvørtur um Íslandsryggin (ÍR á myndini), og tað er hana, sum nýggju kanningarnar hava mátað.

 

Hóast danskir havfrøðingar sóu kaldan sjógv at fara tvørtur um Íslandsryggin longu seint í 1800-talinum, er hetta tann greinin, sum vit í dag vita minst um; men roknað hevur verið við, at høvuðsrákið av køldum sjógvi tvørtur um Íslandsryggin fór gjøgnum “Western Valley”. Tí varð fígging fingin frá donsku stjórnini at leggja mátiútgerð í hesum skarðinum, og tað gjørdi týska rannsóknarskipið R/V Poseidon í august 2016. Í mai 2017 var so Magnus Heinason og tók nakað av útgerðini upp og las øll mátiúrslitini.

 

Mátiúrslitini vístu ikki tað, vit høvdu væntað. Heldur enn at vísa eitt sterkt og støðugt botnrák, vístu tey mestsum einki rák niður móti botni. Tað merkir, at samlaða kalda botnrákið tvørtur um allan Íslandsryggin helst er væl veikari enn hildið. Mátingarnar vístu eisini, hví botnrákið er so veikt. Orsøkin er, at sjógvurin í teimum ovaru løgunum yvir Western Valley rekur sera hart úr Atlantshavi inn í Norðurhøv, og tað bremsar botnrákinum, sum skuldi gingið øvugan veg.

 

Tað vit vita, kemur heitur sjógvur tvørtur um Íslandsryggin ymsastaðni á rygginum, Helst eru tvær høvuðsgreinar, sum fara yvir um ryggin í hvør sínum enda. Tey nýggju mátiúrslitini vísa, at tann norðara greinin, sum fer yvir “Western Valley” er sterkari enn væntað. Allur tann heiti Atlantssjógvurin, sum kemur tvørtur um ryggin, samlast í Føroyastreyminum (sí mynd) og er eisini við til at endurnýggja sjógvin inni á føroyska landgrunninum. Mátiúrslitini verða tí kannaði framhaldandi fyri betur at skilja, hvussu tey ávirka sjógvin í okkara havøki.

 

Fyribils úrslit frá mátingunum eru útgivin í vísindatíðarritinum “Ocean Science” og síggjast her.