31. Mai. 2018

Reyðæti í Bankarennuni

 

Um heystið og veturin rekur reyðæti norður ígjøgnum tann djúpa partin av Bankarennuni. Hetta eru djór, sum eru í vetrardvala í djúpum sjógvi norðan fyri Føroyar, og sum verða tikin við tí djúpa rákinum, frá umleið 500 metra dýpi og niður á botn, sum fer suður ígjøgnum Hetlandsrennuna og víðari norður ígjøgnum Bankarennuna.

 

Fyri at meta um møguleikarnar fyri vinnuligari veiðu eftir reyðæti í Bankarennuni, hevur Havstovan í tíðarskeiðinum frá august 2017 til februar 2018 kannað, hvussu nógv reyðæti rekur ígjøgnum Bankarennuna um heystið og veturin.

 

Kanningin vísir, at frá august og út á veturin rekur nógv reyðæti norður ígjøgnum tann djúpa partin av Bankarennuni. Mett verður, at við skynsemi ber til at veiða ein part av hesum.

 

Frágreiðingin kann lesast her.